Jákup biður um stuðul

Meðan EB/Streymur fleiri ferðir hevur vunnið løgmanssteypið, so hevur B68 bara einaferð verið í finaluni

Jóannes Hansen
28. juni 2023 kl. 15:51

Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í Hólmanum á Eiði. Dagfinn Forná er dómari, og dagsskráin er fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum EB/Streym og B68. Tvær ferðir fyrr í ár hava EB/Streymur og B68 dystast í landskappingini. Fyrra ferðin var 16. apríl, tá ið tað á Svangaskarði endaði málleyst, og seinna ferðin var fyri stórum tveimum vikum síðani, tá ið EB/Streymur í Hólmanum á Eiði vann 2-0.

Í steypahøpi eru søguligu avrikini hugaligari hjá EB/Streymi, enn tey eru hjá B68. EB/Streymur vann løgmanssteypið í 2007 og 2008 og aftur í 2010 og 2011. B68 hevur bara einaferð verið í finaluni um løgmanssteypið. Tað var í 1995, tá ið toftamenn vunnu seg í finaluna við samantaldum sigri ímóti KÍ í hálvfinaluni. Í finaluni tapti B68 3-1 ímóti HB.

Undan ferðini norður til Eiðis í dag sigur B68 venjarin Jákup á Borg, at tað hevur alstóran týdning, at nógvir B68 fjepparar fara saman við teimum norður til Eiðis:

-Hetta er ikki bara ein dystur hjá spælarunum og okkum, sum eru kring liðið. Hetta er ein dystur hjá felagnum og felagsskapinum. Fyri okkum øll verður tað stórt, um tað eydnast okkum at vinna okkum í finaluna, og saman kunnu vit í kvøld leggja lunnar undir spennandi og avgerandi seinnu hálvfinaluna, sum verður seinni í ár á Svangaskarði, sigur Jákup á Borg, tá ið hann  heitir á B68 fjepparar at fara frá húsum í kvøld og norður til Eiðis at stuðla B68.

Liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen er tøkur aftur, eftir at hann sunnudagin var leikbannaður. Miðvallarin Sebastian Lau Nielsen er leikbannaður í kvøld. Sunnudagin varð hann kosin at vera besti B68 spælarin í 2-1 heimatapinum ímóti KÍ. Esmar P. Clementsen og Gilli Samuelsen eru skaddir.

Hjá Sigfríði S. Clementsen og hansara monnum í EB/Streymi hevur gongdin seinastu ferðirnar verið hugalig. Sunnudagin var avrikið gott, hóast tað endaði við 2-1 tapi í Gundadali ímóti B36, og næstsíðst vann EB/Streymur 2-0 á heimavølli ímóti júst B68.

Dánjal Godtfred er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður sunnudagin. Niklas T. Kruse er aftur partur av hópinum, og Tóki H. Johannesen er framvegis skaddur.