Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í pólverska høvuðsstaðnum Warsawa. Håkan Ericson hevur setthevu føroyska liðið, og tað er millum annað merkisvert, at KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen, ið hevur verið so stinnur í europeisku dystunum hjá KÍ í summar, ikki er millum teir fyrstu ellivu. Hann er á beinkinum, og millum teir, sum sita har saman við honum eru Brandur Hendriksson Olsen og málverjin Teitur Matras Gestsson, sum leingi hevur verið fastur málverji.
Teitur hevur verið skaddur í fleiri mánaðir, og nú hevur B36 málverjin Mattias H. Lamhauge vunnið plássið millum stólparnar. 24 ára gamli Mattias H. Lamhauge hevur spælt tríggjar landsdystir, og hann vardi føroyska málið 24. mars, tá ið úrslitið í Moldova var 1-1.
Pólland – Føroyar kl. 19.45
Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Gilli Rólantsson, Heðin H. Askham, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Gunnar Batnhamar, Jóannes Bjartalíð – Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Teitur Gestsson, Ári Mohr Jónsson, Andrias Edmundsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Andrass Johansen, Hannes Agnarsson, Pætur Petersen, Stefan Radosavljevic, Klæmint Andrasson Olsen, Brandur Hendriksson Olsen