Á skránni vóru inspirerandi framløgur frá tilflytarum sum hava royndir at stovna og reka egna fyritøku í Føroyum. Rita Rasmussen greiddi frá um sína fyritøku Rita’s Kitchen. Joel Cole greiddi frá um sítt virksemi í Mjørkadali, Joel Cole Art. Kongrak Jøkladal greiddi frá um fyri fyritøku Sabai og Ana Holden-Peters greiddi frá, hvussu hon setti á stovn Burðardygt Vinnulív.
Harumframt greiddu Sóley Heradóttir Hammer og Súsanna Laursen frá, hvørjar tænastur Hugskotið kann veita íverksetarum, og um eina verkstovu serliga ætlað tilflytarum í amboðinum Business Model Canvas, sum verður í Hugskotinum 13. juni.
Eisini vóru umboð frá Slóð, Føroya Banka, Trygd, Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu og Útlendingastovuni tøk at svara møguligum spurningum frá luttakarunum á tiltakinum.
Fía Lindenskov, integratiónssamskipari hjá Tórshavnar kommunu, fegnast um góðu undirtøkuna til tiltakið og greiðir frá, at tørvur er á einum tílíkum tiltakið og tí er ætlanin at skipa fyri íverksetaratiltøkum fyri tilflytarum árliga ella eftir tørvi.