Ivasamt hví russiskur oljumaður doyði

Oljufelagið, sum Ravil Maganov var formaður í, hevur í almennum skrivi boðað frá, at Ravil Maganov doyði eftir álvarsama sjúku. Tað undranarsama er tó, at hetta ikki samsvarar við fleiri russiskar og altjóða tíðindamiðlar

(Mynd: EPA).
Kristian Waag Dam
1. september 2022 kl. 16:29

Tað stóra russiska oljufelagið Lukeoil hevur í dag boðað frá, at tann nú fyrrverandi formaðurin í felagnum, Ravil Maganov, er deyður. Tað skrivar tíðindastovan AFP. Hann gjørdist 67 ára gamal.

Lukeoil hevur í almennum skrivi boðað frá, at Ravil Maganov er deyður eftir álvarsama sjúku. Tað undranarsama er tó, at hetta ikki samsvarar við fleiri russiskar og altjóða tíðindamiðlar. Eitt nú skrivar Reuters, at Ravil Maganov doyði eftir, at hann datt úr vindeyganum á sættu hædd á einum sjúkrahúsið í russiska høvuðsstaðnum.

Síðan russiska innrásin byrjaði í februar eru óvanliga nógvir russar, ið eru knýttir at russisku elituni, deyðir undir óvanligum umstøðum. Eitt nú doyði Aleksander Subbotin, ið var stjóri hjá Lukeoil, undir óvanligum umstøðum í mai. Hann gjørdist bert 43 ára gamal.

Stutt eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina, heitti nevndin hjá Lukeoil á russisku stjórnina um at steðga krígnum skjótast gjørligt. Stóra oljufelagið vísti eisini samkenslu við ofrunum í krígnum.

Sjúkrahúsið, har Maganov skal vera dottin úr vindeyganum, verður av mongum kallað Kreml-sjúkrahúsið. Hetta tí, at fleiri av sjúklingunum, ið liggja har eru partur av elituni í russiska vinnulívinum og politikki.

Fyrr í vikuni andaðist seinasti leiðarin í Sovjetsamveldinum, Mikhail Gorbatjov, á sjúkrahúsinum eftir longri sjúkralegu. Hann gjørdist 91 ára gamal.