Ivaleyst fyrstu ferð at ”matsjónleikur” verður spældur í Føroyum

Um mánaðarskiftið februar-mars verður forkunnugur ”matsjónleikur” sikkurt fyri fyrstu ferð nakrantíð...

Turið Justinussen
14. februar 2019 kl. 13:40

Um mánaðarskiftið februar-mars verður forkunnugur ”matsjónleikur” sikkurt fyri fyrstu ferð nakrantíð spældur í Føroyum. ”DEYÐADANSIN 3.0” fer á rundferð í Føroyum í februar og mars. Talan er um nýskrivaðan og nýtulkaðan leik, sum er samstarv millum føroyska leikbólkin TVAZZ, Teater Insite úr Svøríki og Teatergrad úr Danmark

(Myndir: “Deyðadansurin 3.0”/Per Morten Abrahamsen)

Yvir 100 ára gamli klassikararin eftir August Strindberg, Deyðadansurin, verður í hesum føri borðreiddur sum matsjónleikur. Sjónleikarsamstavið TVAZZ, Teater Insite og Teatergrad hevur spælt útseldar sýningar í Svøríki og Danmark, og nú koma tey til Føroya.

Alice og Edgar hava boðið 40 gestum til at feira sítt silvurbrúðleyp. 25 ár í viðgongd og mótgongd skal nú hátíðarhaldast í bygdahúsinum, har Alice og Edgar – og Kurt sum toastmaster - taka ímóti teimum veitsluklæddu gestunum.

Deyðadansurin 3.0 er ein leikur, har markið millum veruleika og spæl, fortíð og nútíð spakuliga kámast.  Ikki einans systkinabarnið Kurt verður vitni til ivasama kærleikan millum Edgar og Alice. Gestirnir sleppa at smakka beiska bitan av harðrenda hjúnalagnum, og sum kvøldið líður, lata høvuðspersónarnir seg úr og avdúka eitt parlag, sum er gjøgnumsúrgað av beiskleika, vónbrotum, brostnum dreymum, lygnum og líðilangum aggi. Er nøkur vón fyri kærleikanum?

- Hetta verður ein veitsla við øllum tí góða: Góður matur við fýra rættum, okkurt í glasi, dansi, røðum, felagssangi, umframt øllum tí óvæntaða, sum prutlar undir lokinum. Ein deyðadansur, sum seint fer í gloymibókina, siga fyriskipararnir.


Matur og gávur

“Deyðadansurin 3.0” byrjar har, sum Strindberg endaði leikin. Hjá Strindberg spyr Edgar konuna Alice í endanum av leikinum, um tey skulu feira silvurbrúðleypið, sum verður um tríggjar mánaðir. Í 3.0 versjónini er avgerðin tikin og leikurin byrjar við brúðarkransi, horntónum og snapsi í durinum.

Í innbjóðingini hava Alice og Edgar ynskt, at gestirnir ístaðin fyri eina gávu, taka eitt grønmeti við, sum kokkurin undir síni kønu hond gandar til viðleikarar á borðinum við rættum so sum The Gift - Kunnleikans Træ - Síðsti Roykurin – Kødets Lyster...

- Tað er svenski kokkurin Miia Suhonen, sum hevur sett veitslumatin saman. Við støði í leikinum, hevur hon tilevnað smakk og anga og hevur við matinum spunnið  beinleiðis træðrir millum veitsludøgurðan og kensluborna dámin í sjónleikinum, siga fyriskipararnir.


Norðurlendskt samstarv

Tey trý leikhúsini Teater Insite úr Svøríki, Teatergrad úr Danmark og Tvazz úr Føroyum hittust á Nordic Performing Arts Days, sum varð hildin í Føroyum í 2016.

Frumframførslan av Dödsdansen 3.0 varð 22. november 2018 í Malmö, og eftir drúgva rundferð í øllum Skåne í novembur, desembur, januar og í Keypmannahavn í februar 2019, verður Deyðadansurin 3.0 nú framførdur fyri føroyskum áskoðarum.

Framførslan verður á donskum og svenskum, kryddað við føroyskum strofum.


Framførslur í Føroyum:

27.febr. í Skúlakantinuni í Vestmanna

28.febr. í Royndarhúsinum í Nólsoy

1.mars í Sjónleikarhúsinum í Havn
2.mars í Norðurlandahúsinum
3.mars í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
4.mars í Skótahúsinum við Løkin, Runavík
5.mars í Bygdahúsinum í Hósvík
7.mars á Seglloftinum í Tvøroyri

øll kvøld kl.19.00
- uttan í Nólsoy, tá byrjar leikurin kl.18.30

Deyðadansurin 3.0 er ein palluppliving har einans fá atgongumerki eru til hvørju sýning. Atgongumerkir verða seld í undansølu á www.atgongumerki.fo. Tað er ikki gjørligt at keypa atgongumerkir við hurðina, tí kokkurin skal hava eitt skotbrá.

Aldursmarkið er 16 ár+

Mál: Danskt, svenskt – og sindur av føroyskum

Longd: Góðar tveir tímar (matur íroknaður)

Prísur: 300 kr. (matur íroknaður)

Leikarar: Gunnvá Zachariasen (FO), Ulver Skuli Abildgaard (DK) og Matthias Hahne Torbjörnsson (SV).

Leikstjóri: Pelle Nordhøj Kann (DK)

Leikritatillaging: Sosha Teperowska (DK)

Scenograf: Ilkka Häikiö (SV)

Menu-sniðgevi: Miia Suhonen (SV)

(kelda: Tíðindaskriv og samrøða við Gunnvá Zachariasen)