Ítróttarhøll á Argjum

Tað hevur verið alment frammi, at trupulleikar eru við høllini sum er á Argjum. Har bleiv bygt ein høll, sum er partur av skúlanum. Umstøðurnar eru ikki av teimum bestu hjá IA og AB at brúka hesa høllina, tí at atkomu møguleikarnir eru snøgt sagt ikki í ordan. Høllin kann ikki standa opin, tí at opið er inn í allan skúlan, og er hettar ein stórur trupulleiki í dag. Og at gera ein skúrð til inngongd, loysir snøgt sagt ikki trupulleikan.

Dánial Hansen
15. oktober 2024 kl. 11:54

Tað er tíð uppá at gera okkurt ítøkiligt við trupulleikan. Mítt uppskot er at byggja eina nýggja ítróttarhøll vestanfyri AB Vøllin. Við at gera hettar, so gerðast umstøðurnar betri fyri tey sum íðka ítrótt á Argjum, og Argjafólk fáa tað tey hava uppiborið.

Hettar er ein íløga sum kostar, men við við skilagóðum raðfestingum, so ber hettar væl til. Tað er tíð uppá at Argir fær ein part av køkuni, av tí sum verður deilt út av vaglinum í Havn.

Dánial Hansen

Valevni fyri Fólkaflokkin til Býráðsvalið til Tórshavnar Býráð