Ítróttarfagnaðurin verður á Rás1
Løkshøll verður karmur um tiltakið
Televarpið
26. januar 2024 kl. 21:32
Leygarkvøldið 10. februar kl. 19 seta vit sjóneykuna á føroysk ítróttafólk, hjálparfólk og leiðarar, venjarar, eldsálir og felagsskapir saman við Ítróttasamband Føroya , tá ið árligi ÍtróttaFAGNAÐURIN er á skránni.
Í ár er Løkshøll í Runavík karmur um tiltakið, og í ár senda vit beinleiðis frá tiltakinum – bæði á Rás1 og á www.tv.fo. Tróndur Arge og Sára Jógvansdóttir eru vertir, og RACLIP stendur fyri framleiðsluni.