Ítróttarfagnaður 2020 verður leygarkvøldið

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2020 verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum leygarkvøldið klokkan 19.30

Tíðindaskriv
12. februar 2021 kl. 09:29

ÍtróttaFAGNAÐURIN, sum er árligt tiltak hjá ÍSF, verður hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum í sjónvarpinum kl. 19.30, har millum annað røður, heiðurslønir, undirhald og áhugaverd innsløg eru á skránni.

- Tiltakið er eitt afturvendandi høvi at steðga á og virðismeta ítróttin, sum hevur so sera stóran týdning fyri heilsu og trivnað, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Seks heiðurlønir verða latnar á ÍtróttaFAGNAÐINUM. Tey tilnevndu til ÍtróttaNAVNIÐ eru svimjarin Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, norðurlendskur meistari í 800 frí, Sverri Sandberg Nielsen, evropameistari í rógving, og fótbóltsleikarin Jóan Símun Edmundsson, sum spælir við týska Arminia Bielefeld.

Í uppskoti til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2020 eru Samuel Johansen Chukwudi úr HB, Hákun West av Teigum, sum spælir í bestu deildini hjá Skanderborg Håndbold, og Astrið Nanly Breckmann úr Havnar Fimleikafelag, sum eisini er Danmarkarmeistari,

Guðrið Krosslá Augustinus úr VB, Per Mikkelsen úr Skála Ítróttafelag og Malvinus í Gong úr Klaksvíkar Judofelag eru tilnevnd til heiðurin ÍtróttaFYRIMYNDIN 2020.

KÍ, Hondbóltssamband Føroya og Kurvabóltssamband Føroya, ið er menningarsamband undir ÍSF, eru tilnevnd til ÍtróttaFELAGSSKAPIN 2020.

Fimleikur fyri øll, Skúlafótbóltur og Faroe Islands Handball Cup eru í uppskoti at fáa heiðurin ársins ÍtróttaÁTAK.

Harumframt virðismetir ÍSF ólønta og sjálvbodna arbeiðið á serstakan hátt við Heiðursskjali Poul E. Petersen, ið verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt. Hesin heiðursmóttakarin verður avdúkaður leygarkvøldið.