Harry Potter fjepparar kunnu nú síggja enn ein film um gandaheimin hjá J. K. Rowling.
Síðan fyrsta Harry Potter bókin varð givin út í Bretlandi fyri 20 árum síðani, hava bøkurnar hjá J. K. Rowling um unga gandakallin fingið ómetaliga nógvar trúfastar fjepparar kring heimin. Bøkurnar eru filmatiseraðar í tilsamans átta filmum. Tann síðsti kom út í 2011, og nú hava italskir fjepparar gjørt ein nýggjan film.
Filmurin ber heitið Voldemort: Origins of the Heir og gongur fyri seg í tíðini áðrenn Harry Potter bøkurnar/filmarnar, og fortelur søguna um unga Lord Voldemort.
Warner Brothers, ið eigur rættindini til Harry Potter filmarnar, hevur givið samtykki til framleiðsluna av filminum, við teirri treyt, at tað skuldi vera ókeypis hjá fólki at hyggja eftir honum.
Síðan filmurin bleiv lagdur út á YouTube leygardagin 13. januar, hava fleiri enn átta milliónir fólk sæð hann.
Høvuðsleiklutin sum tann ungi Lord Voldemort spælir italski leikarin Stefano Rossi.
Hóst filmurin er framleiddur og spældur av italskum leikarum, er filmurin ikki við italskari talu, tí enskar røddir eru lagdar yvir.
Á sosialu miðlunum er tey flestu samd um, at hann er væl gjørdur av einum amatørfilmi at vera. Ein ummælari hjá The Guardian sigur m.a, at nógvar av teimum visuellu effektunum eru betri enn í filmunum hjá Warner Brothers.
Voldemort: Origins of the Heir er ein fjeppara-filmur fyri fjepparar, og hvørki Warner Brothers ella J. K. Rowling hava havt nakað við framleiðsluni at gera. Tað stendur á heimasíðuni hjá Tryangle Films, felagið, ið hevur framleitt filmin.
Filmurin er 52 minuttir til longdar, og til ber at síggja hann her.
Harry Potter fjepparar, eisini nevndir Potterheads, kunnu annars gleða seg til 16. november í ár, tí tá kemur næsti filmurin í Harry Potter spin-off røðini, Fantastic Beasts and Where to Find Them. Tann filmurin ber heitið The Crimes of Grindelwald.