Italiumaður verður settur í heita sessin

Seinastu stívligu 20 árini hava 24 ymiskir venjarar havt ábyrgdina av besta HB liðnum

Jóannes Hansen
21. november 2023 kl. 13:52

Fyrrapartin bar bolt.fo tíðindini um, at HB skjótt fer at kunngera, hvør nýggi HB venjarin verður. Hetta var um sama mundið, sum danskur miðil sendi sama tippið til Miðlahúsið og undirstrikaði, at hetta var heilt sonn søga.

Og nú hevur HB boðað til tíðindafund klokkan 15 í dag. Sagt verður, at tá verður boðað frá nýggjum venjaratoymi.

Nýggi venjarin er Adolfo Sormani, sum er ættaður úr Italia. Hann er kendur venjari í Danmark, har hann eitt nú vandi Vejle BK 2017 – 2019. Tá var ein føroyskur spælari á lønarlistanum í Vejle. Tað er Viljormur Davidsen, sum nú er í HB, og sum Adolfo Sormani nú aftur verður venjari hjá.

Niðanfyri standandi yvirlit sigur, at tað er ógvuliga heitur sessur at sita í hjá tí, sum er HB venjari.

Ion Geolgau úr Rumenia var HB venjari í fimm ár. Hann tók við í 1998, tá ið hann og HB vunnu FM og steypafinaluna og harvið greipuna, og hann var venjari fram til í august 2002. 11. august tapti HB grannauppgerð ímóti B36 2-1, og so fór Ian Geolgau úr venjarasessinum. Árið eftir – í 2003 – var hann venjari í B36, og síðani fór hann av landinum.

Sum hjálagda yvirlit vísir, so hevur hurðin gingið títt í venjararúminum í HB, síðani Ion Geolgau fór úr sessinum. 20 ymiskir venjarar hava verið HB venjarar, og í níggju av árunum hava tað verið broytingar í venjarasessinum.

Síðsta broytingin var í apríl í ár, tá ið Jákup Martin Joensen avloysti Dalibor Savic. Jákup Martin og HB vunnu steypafinaluna og endaðu á triðja plássi í landskappingini, og nú er tað greitt, at Jákup Martin fer ikki at halda fram.

Í fjør var danski Kim Engstrøm venjari, men longu eftir 10. umfar varð hann loystur úr starvinum, og svenski Dalibor Savic loysti hann av.

Adolfo Sormani fór úr starvinum í Vejle í mars 2019. Hann segði sjálvur upp, søgdu fjølmiðlarnir, og so løgdu teir aftrat, at um hann ikki hevði havt sagt upp, so hevði hann verið uppsagdur.

Tá ið Adolfo Sormani var venjari í albanska felagnum FK Partizani varð hann sagdur úr starvi, tá ið tað á sumri í 2020 restaðu trý umfør av kappingini. Hetta var í koronutíðarskeiðnum, og orsøkin til uppsøgnina var tann, at hann noktaði at standa á odda fyri liðnum í dysti, har tað var greitt, at fimm spælarar vóru staðfestir at vera sjúkir av koronu.

Adolfo Sormani, sum er 58 ára gamal, hevur síðani verið venjari í Suðuritalia í USD Lavello, sum er felag í fjórði bestu italsku deildini. Har fór hann úr starvi 8. november í 2021, og nú setur hann seg í heita venjarasessin í HB.

Adolfo Sorman hevur UEFA Pro License, og higartil hevur hann verið 1,23 ár í miðal í venjarastørvunum, sum hann hevur røkt, ber til at lesa á transfermarkt.com.

Ár

Venjari

Nýggjur venjari

Endastøða

2002

Ion Geolgau

Jóannes Jakobsen/Kári Nielsen

1

2003

Frank Skytte

1

2004

Heine Fernandez

1

2005

Heine Fernandez

Julian Hansen

2

2006

Krzysztof Popczynski

1

2007

Krzysztof Popczynski

Heðin Askham

4

2008

Rúni Nolsøe

Sámal Erik Hentze aftrat Rúna

2

2009

Sámal Erik Hentze

1

2010

Kristján Guðmundsson

Julian Hansen

1

2011

Julian Hansen

Sigfríður Clementsen

8

2012

Sigfríður Clementsen

3

2013

Oddbjørn Joensen

1

2014

Heðin Askham

2

2015

Heðin Askham

Milan Cimburovic

4

2016

Jan C. Dam

5

2017

Sigfríður Clementsen

5

2018

Heimir Guðjónsson

1

2019

Heimir Guðjónsson

4

2020

Jens Berthel Askou

1

2021

Jonas Dal Andersen

Allan Dybczak, Kevin Schindler

2

2022

Kim Engstrøm

Dalibor Savic

3

2023

Dalibor Savic

Jákup Martin Joensen

3

2024

Adolfo Sarmani

kelda: faroesoccer.com