Italienskur landsliðsleikari deyður

Liðskiparin hjá Fiorentina Davide Astori doyði í nátt.

Jákup Højgaard
4. mars 2018 kl. 12:50

Italienski fótbóltsheimurin er sorgarbundin.

31 ára gamli Davide Astori bleiv í morgun funnin deyður á hotelkamarið sínum. Astori var liðskipari hjá italienska stórfelagnum ACF Fiorentina. Hann spældi eisini 14 ferðir fyri italienska landsliðið.

Enn er óvist hvør deyðsorsøkin er, men almenna twitter síðan hjá Fiorentina skrivar, at Astori var brádliga vorðin sjúkur.

Fiorentina skuldi í dag spæla ímóti Udinese, men tann dysturin er avlýstur. Somuleiðis eru allir hinir dystirnir, ið skuldu spælast í Serie A í dag eisini avlýstir.

Davide Astori kom ígjøgnum ungdómsdeildirnar hjá AC Milan. Hann skifti síðan til Cagliari í 2008. Har var hann í átta ár, áðrenn hann skifti til Fiorentina.