Italia og Stórabretland í felags fráboðan: Vilja stríðast ímóti ólóligum innflytarum
Forsætisráðharrarnir í Italia og Stórabretlandi eru á einum máli um at stríðast ímóti fólkasmuglarum
Ragnar Sjúrðarson
6. oktober 2023 kl. 16:30
Italia og Stórabretland vilja í felag ganga á odda í Europa um at stríðast ímóti fólkasmuglarum.
Tað siga forsætisráðharrarnir í londunum í eini felags fráboðan í italiensku avísini Corriere della Sera og bretsku The Times sambært Reuters.
- Okkara sjónarmið og mál eru tey somu, og vit eru tveir teir tættastu vinirnir á økinum í Europa í dag, ljóðar tað frá Rishi Sunak og Giorgia Meloni.
- Vit arbeiða saman fyri at forða bátunum, og vit heita á onnur um at virka við somu fatan av tí átrokandi støðuni.
Fráboðanin kemur tveir dagar eftir at ríkisleiðararnir vóru á fundi við fleiri europeisk lond um støðuna.