Ísraelskir filmsdagar í Føroyum

Nú bjóða tey á fyrsta sinni føroyingum at síggja nýggjan ísraelskan film í Havnar Bio

Innsent
19. oktober 2017 kl. 12:30

Nú bjóða tey á fyrsta sinni føroyingum at síggja nýggjan ísraelskan film í Havnar Bio.

Eyal Lampert, sum fyrr hevur arbeitt á ísraelsku sendistovuni í Gana, er virkandi sendiharri í Keypmannahavn, til Benjamin Dagan tekur við sum nýggjur sendiharri. Eyal verður í Føroyum, tá Ísraelsku Filmsdagarir verða hildnir í døgunum 13.-15. november.

Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, fer at seta Ísraelsku Filmsdagarnar mánakvøldið 13. november kl 20 í Havnar Bio. Tá fer spildurnýggi ísraelski filmurin “The Cakemaker” at verða vístur. Hetta er fyrsti spælifilmur hjá ísraelska leikstjóranum Ofir Raul Graizer.

Hóast avmarkað í stødd, er Ísrael á øllum økjum eitt virkið filmsland. Sum virkandi ísraelskur sendiharri í Keypmannahavn, vil Eyal Lampert knýta sambond millum tey, sum gera film í hansara heimlandi og spírandi filmsumhvørvið í Føroyum. Hann vísur á, at umframt at víðagitna sjónvarpsrøðin “Homeland” upprunaliga er úr Ísrael, so eru flestu ummælarar beint nú samdir um, at ísraelski filmurin “Foxtrot” fer at verða millum teir, sum verða í uppskoti at vinna Oscarvirðisløn sum besti filmur, ið ikki er amerikanskur. Og hvør veit, um ikki “Foxtrot” verður tøkur at vísa á Ísraelsku Filmsdøgunum í Føroyum næsta ár, sigur Eyal, ið vónar at nýggja afturvendandi filmsátakið fer at hepnast væl.

Filmarnir, sum við enskum undirteksti verða vístir á Ísraelsku Filmsdøgunum í Føroyum, eru umframt áðurnevnda “The Cakemaker”, “A Quiet Heart”, sum Eitan Anner hevur leikstjórnaði, og “Bethlehem”, sum Yuval Adler leikstjórnaði. Allir tríggir filmarnir hava fingið fleiri virðislønir í ymsum londum.

Maigun Solmunde samskipar Føroyaferðina hjá virkandi ísraelska sendiharranum í Keypmannahavn, Eyal Lampert, 13.-15. november í ár. Umframt Maigun luttók Birgir Kruse frá Filmsfelagnum á fundinum við ísraelsku sendistovuna í Keypmannahavn í dag.