Ísrael – verjugarður Evropa: Tey hava sæð skriftina á vegginum

Ein stórur partur av heimsins londum hava sæð veruliga vandan, sum Hamas er fyri miðeystur, Evropa og allan heimin

Svenning av Lofti
6. august 2024 kl. 08:45

Meðan islamiski yvirgangsfelagsskapurin Hamas í ár so mong hevur gjørt seg inn á Ísrael úr Gaza, hevur stórur partur av heimsins londum, ikki sæð veruliga vandan, sum hesin felagsskapur er fyri miðeystur, Evropa og allan heimin.

Ístaðin fyri at stuðla Ísrael í stríði tess ímóti hesum og øðrum islamiskum hernaðarligum yvirgangsbólkum, sum hava riðið heimin sum ein marra í mong ár, so hava lond og ríki ikki veruliga sæð stóra vandan í hesum hernaðarligu rørslum og teirra lívsfíggindaligu atgerðum.

Dagin eftir at Hamas og teirra viðhaldsrørslur 7. oktober 2023, framdu eirindaleysa álopið á friðarligu ísraelsku bygdirnar framvið Gazamarkinum og lupu á ein friðarfestival, drupu umleið 1200 fólk av ymsum tjóðum, tóku hundraðtals fólk sum gíslar og førdu tey inn í Gaza, bróstabørn, smábørn, ung og gomul – tá byrjaði ein annar islamiskur yvirgangsfelagsskapur, Hisbolla, at skjóta rakettir úr Libanon og inn í Norður-Ísrael.

Hesi yvirgangsálop hava gjørt, at túsundtals ísraelar við markið til Libanon, hava verið noyddir at flyta burtur haðani til tryggari øki í Ísrael - eins og hinir 200.000 jødarnar, sum sluppu undan við lívinum  tá islamisku drápsliðini tustu inn um ísraelska suðurmarkið 7. oktober og eisini noyddust at flýggja til tryggari øki í sínum egna landi.

Her er ikki einans talan um nakrar fáar rakettir, men um túsundtals rakettir, sum seinastu mánaðirnar eru skotnar inn í ísraelsku bygdirnar í Norður-Ísrael.

Seinasta rakettálopið varð framt á eitt ítróttarøki á Golanheyggjunum. Umleið 15 ísraelsk/drusisk  børn og ungdómar lótu lív. Hisbolla- og Hamasbólkarnir hava ongan spart í teirra eirindaleysu álopum.

Ísrael er landið, ið av álvara, hevur viljan til at steðga hesum hernaðarligu bólkum, ið verða stuðlaðir úr Iran. Orsøkin er einføld:  Iran, saman við hesum hernaðarligu bólkunum, hótta Ísrael sum tjóð og einasta friðskjól jødafólksins á hesi jørð.

Meðan Ísrael hevur staðið fyri skotum og roynt at verja seg móti hesum yvirgangsbólkum, hava  lond og felagsskapir í vesturheiminum vent sær móti Ísrael, ístaðin fyri at hjálpa Ísrael, sum er  seinasti verjugarður Evropa móti hesum yvirgangsfelagsskapum, sum ikki einans royna at týna jødar og Ísrael, men eisini kristin og vesturheimin. Men tó – flestu lond í vesturheiminum standa saman við Ísrael. Tey hava sæð skriftina á vegginum.