Ísrael tikið valdið við Rafah

Soleiðis boðar ísraelski herurin IDF frá í morgun sambært AP tíðindastovuni.

Rúni Korsgaard
7. mai 2024 kl. 10:07

Ísraelskir stíðsvognar hava hertikið marksleiðina millum Gaza og Egyptaland Palestina-megin.

IDF, sum hevur lagt út videobrot av herðsetta økinum, hava sett á stovn tað, herurin nevnir ”skipanarvald”.

Tað var í gjár, at 100.000 tals av palestinum vórðu bidnir um at flýggja úr økinum í Rafah og at ísraelski herurin gjørdi hernaðarinnrás.

Stutt fyri innrásina frættist, at Hamas-leiðslan tók av treytunum fyri vápnahvíld í Gaza. Ísrael kastaði uppskotið aftur, har stjórnin vísti á, at semjan var ”langt frá neyðugu treytunum” hjá Ísrael. Ísrael boðaði tó frá, at ein sendinevnd verður send til samráðingar í næstum.