Ísrael fer at svara harðliga aftur, eftir at Iran hevur sent yvir 100 dronur og rakettir ímóti Ísrael í kvøld. Skynews sigur, at tað hevur ein kelda ovarliga í hernaðarleiðsluni í Israel, boðað frá í ísraelskum sjónvarp í kvøld
Ísraelskar loftverjurakettir, umframt stríðsflogfør úr Jordan, Bretlandi og USA, hava skotið nógvar dronur niður og harðar spreingingar hava verið at hoyrt í loftrúminum yvir Ísrael og Jordan í kvøld. Men samstundis ljóðar, at Hizbollah í Libanon hava eisini sent rakettir ímóti Ísrael og somuleiðis eru eisini rakettir skotnar úr Yemen ímóti Ísrael.
Enn veit eingin um tað bara verða hesi álopini, ella um fleiri álop koma seinni. Summir eygleiðarar vóna, at hetta var tað, og at nú hava iranar víst, at teir meintu tað í álvara, tá ið teir lovaðu hevnd fyri at Ísrael leyp á iransku sendistovuna í Damaskus, og har nakrir íranarr lótu lív. Aðrir viðmerkjarar eru ikki so bjartskygdur, tí teir vænta fleiri álop.
Ísrael hevur eina sera framkomna loftverju og teir vissa fólk um, at tey eru fyrireikað upp á alt, bæði upp á at verja seg og at leypa á. So viðmerkjarar ivast í, um nøkur drona, ella rakett, fer at raka mál í Ísrael.
Men skuldi tað hent, at hetta fer at kosta mannalív í Ísrael, verður søgan ein heilt onnur.
Men undir øllum umstøðum hevur Ísrael hótt við at at svara aftur, og tað verður eitt harðligt aftursvar. Kortini er óvist hvat Ísrael ætlar - men tað veldst eisini um, hvussu stóran skaða álopini gera.
Ávaringarlúðrar ljóða fleiri staðni í Ísrael og fólk eru biðin um at halda seg við bumbuskýlini. Tann stóri vandin, sum øll stúra fyri, er nú, at tey missa tamarhaldið á støðuna, so at kiggið í gaza fer at breiða seg til fleiri lond í Miðeystri.
Tað er bara eitt, allir viðmerkjarar eru samdir um, at í kvøld er Miðeystur vorðin ein krúttunna, sum kann fara í luftina nær tað skal vera, og at nú skal hvørt orð, og hvør ger, vigast á gullvekt fyri ikki at gera støðuna verri.