Tað er næstan eitt ár síðani Hamas leyp á Ísrael úr Gaza tann 7. oktober, eitt av ógvusligastu álopunum í áratíggju-gamla krígnum. Síðani tá er kríggið vorðið enn harðligari, og tíggjutúsundtals sivil eru dripin í Gaza-geiranum.
Felagsskapurin Hezbollah hevur stuðla Hamas í hesum, og seinastu mánaðirnar er stríðið millum Ísrael og Hezbollah eisini eskalerað. Í nátt bleiv stríðið til eina innrás úr Ísrael inn í Libanon.
Sambært IDF er ætlanin at forða fyri einum álopi úr Libanon líkt tí úr Gaza tann 7. oktober í fjør. Higartil eru fleiri enn túsund fólk í Libanon dripin av Ísraelskum álopum, og meira enn ein millión eru rikin úr heimi sínum, skrivar Reuters.