Tíðindakvinnan Shireen Abu Akleh arbeiddi fyri Al Jaceera, tá hon bleiv dripin undir einari ísraelskari atsókn í býnum Jenin á hersetta Vestara áarbakka.
Men nú er greitt, at hendingin ikki verður kannað av ísraelsku kriminalløgregluni.
Tað upplýsir ísraelski herurin, IDF, sambært ísraelsku avísini Haaretz, í einari fráboðan.
Grundgevingin frá IDF er, sambært Haaretz, at tíðindakvinnan varð dripin í einari aktivari stríðsstøðu, og ísraelska hernaðarløgreglan kennir seg trygga við frágreiðingina hjá hermonnunum, sum tóku lut í atsóknini, at teir vóru ikki greiðir yvir, at hon var á staðnum, tá hon bleiv skotin.
Shireen Abu Akleh var í einum skottryggum vesti, har hon hevði eitt týðiligt merki á, sum tað stóð “Press” á umframt einum hjálmi, tá hon bleiv rakt av einum skoti í býnum Jenin á Vestara áarbakka.
Hennara framleiðari, Ali Samoudi, bleiv eisini raktur í ryggin í skothendingini. Hann hevur greitt frá, at tað vóru hvørki hernaðarlig ella sivil fólk í økinum, tá ein bólkur av journalistum vórðu rakt av skotum. Sambært honum, so vóru tað ísraelskar hernaðardeildir, sum skutu eftir teimum, men sambært IDF, so er tað enn ikki møguligt at staðfesta, hvør skeyt skotið, ið rakti palestinsku tíðindakvinnuna.
Tað skrivar tíðindastovan, AP.
Drápið hevur vakt altjóðan ans, og fleiri lond krevja eina óhefta kanning av hendingini.
Eisini finnast mong at atburðinum hjá ísraelsku løgregluni í samband við jarðarferðina hjá Shireen Abu Akleh, sum var í eystara parti av Jerusalem.
Fleiri videobrot vísa, hvussu løgreglan stillar seg fyri tey, ið bera kistuna. Tað kemur til ilnar millum tey syrgjandi og løgregluna, sum loypir á mannamúgvuna og til seinast eisini á tey fólkini, ið bera kistuna.
Hendingin sæst her:
Kelda: BBC