Ísrael er byrjað at koppseta børn og tannáringar fyri koronu

Í vikuskiftinum byrjaði Ísrael at koppseta børn og tannáringar fyri koronu við Pfizer/BioNTech-koppingarevninum

Sigurjón Einarsson
8. juni 2021 kl. 09:35

Ísrael byrjaði sunnudagin at koppseta tey fyrstu børnini í aldrinum 12-15 ár fyri koronu.

Tað skrivar tíðindastovan dpa.

Heilsumyndugleikarnir í landinum mæla í fyrsta umfarið til, at børn í vandabólkinum ella børn, har familjulimir eru í vandabólkinum verða koppsett. Eisini verður mælt til at koppseta børn, sum skulu ferðast uttanlands.  

Tað er koppingarevnið frá Pfizer/BioNTech, ið børnini verða koppsett við. Heilsumyndugleikarnir í Ísrael meta, at góða ávirkanin – sum er at verja móti koronusmittuni – viga upp ímóti hjáárinunum.

Ísrael er millum tey londini í heiminum, sum hevur gingið undan at koppseta sínar íbúgvar. Umleið 5,5 milliónir út av teimum níggju milliónum fólkunum í landinum hava fingið fyrra prikið, meðan 5,1 milliónir eru liðug koppsett.

Ísrael hevur verið hart rakt av koronu, men seinastu tíðina er talið av smittaðum skramblað niður. Sunnudagin vórðu tað bert fýra fólk, ið vórðu staðfest at hava fingið koronusjúkuna.  

Evropeiska heiligvágsstovnurin, EMA, kunngjørdi í síðstu viku, at koppingarevnið hjá Pfizer gott kann bjóðast børnum í aldrinum 12-15 ár.

Donsku heilsumyndugleikarnir hava enn ikki avgjørt, um koppingarevnið skal bjóðast til børn í danska ríkinum, men hóast koppingarevnið ikki verður bjóðað børnum undir 16 ár, so er tað møguligt hjá børnum at verða koppsett, um ein lækni gevur tummil upp til tað.

Børn undir 16 ár, ið eru blivin koppsett, eru blivin tað, tí tey antin hava verið álvarsliga sjúk ella eru í vandabólkinum.

/ritzau/