Ísrael ætlar at bjóða 4. prikið

Roknað verður við, at heilsumálaráðið í Ísrael fer at góðkenna ætlanirnar um 4. prik ein av komandi døgunum

Steinar Patursson
22. desember 2021 kl. 15:56

Ein ráðgevandi nevnd í Ísrael hevur mælttil, at borgarar í Ísrael, ið eru eldri enn 60, umframt heilsustarvsfólk í landinum fáa eina fjórðu koppseting móti koronu, og eftir øllum at døma hevur tilmælið undirtøku frá forsætisráðharranum, Naftali Bennett, sum heldur, at fjórða prikið kann hjálpa landinum at koma heilskapt gjøgnum omikron bylgjuna, ið herjar í løtuni.

Sambært BBC hevur ísraelska heilsumálaráðið váttað, at 341 tilburðir av Omikron eru staðfestir í landinum, nú smittan aftur er vaksandi, og 903 nýggir tilburðir av koronusmittu vóru í gjár.

Nevndin hevur skotið upp, at fjórða prikið, ið eisini skal umfata tey, ið hava niðursetta immunverju, skal latast í minsta lagi fýra mánaðir eftir triðja prikið, og væntandi fer ísraelska heilsumálaráðið at at góðkenna ætlanirnar komandi dagarnar.

Ísrael var fyrsta landið, ið fór undir at geva triðja prikið fyri koronusmittuna, og okkurt bendir nú á, at Ísrael verður eisini fyrsta landið at lata fjórða prikið.

Myndugleikarnir á oynni Jersey hava gjørt greitt, at útsett fólk á oynni fara at fáa bjóðað fjórða prikið har.

8. desember gjørdi stjórin í heilivágsfyritøkuni Pfizer, ið framleiðir koronukoppseting, frá, at væntandi fór at verða neyðugt við fjórða prikinum til næsta vetur.