Íslendskur tjóðardagur er í dag

Í dag – 17. juni – er íslendskur tjóðardagur. Dagurin er føðingardagur hjá politikaranum og málfrøðinginum Jón Sigurðsson (1811-1879)

Sigurjón Einarsson
17. juni 2021 kl. 10:30

Í dag – 17. juni – hátíðarhalda íslendingar tjóðdagin. Hesin dagurin varð valdur, tí Jón Sigurðsson, leiðarin av sjálvstýrisrørsluni, varð føddur 17. juni í 1811. Mitt í Reykjavík, á Austurvølli við Altingið, er standmynd reist av Jón Sigurðssyni.

Norskir niðursetumenn komu til Íslands um somu tíð sum í Føroyar. Eins og Føroyar, so var Ísland fyrst undir norskum og seinni undir donskum ræði fram til 1944, tá Ísland loysti frá Danmark og tjóðveldið Ísland varð stovnsett.