Íslendskt kór heiðrar minnið um Gutta

Kór Glerákirkju hevur konsert í Ebenezer seinnapartin leygardagin

Myndin er tikin í vár, tá Kór Glerákirkju hevði 80-ára hald. Á myndini eru bæði verandi og nakrir fyrrverandi kórlimir
Jóannes Hansen
12. september 2024 kl. 22:34

Leygardagin 14. september klokkan 16 hevur Kór Glerákirkju á Akureyri konsert í Ebenezer.
Ebenzerkórið fer eisini at syngja, og so er ætlanin, at kórini í felag fara at syngja tveir sangir.
Kór Glerákirkju varð stovnað í februar 1944, so kórið rundaði tey áttati í vár.
Sangúrvalið hjá kórinum hesi árini hevur verið fjølbroytt, men sjálvsagt við denti á kirkjusang.
Gutti Guttesen úr Havn sang við kórinum árini 2004-2022.

Gutti andaðist fyri góðum ári síðani.
Tey í Kór Glerákirkju siga, at ferðin til Føroya, eisini er ein háttur at æra minnið um Gutta. Tey eru takksom fyri at fáa møguleikan at syngja í Ebenezer, har Gutti hevði sína dagligu gongd í barna- og ungdómsárunum.
Kórleiðari er estlendingurin Valmar Väljaots.

Konsertin við íslendska kórinum verður í Ebenezer leygardagin kl. 16.00.