Arnar Gunnarsson varð í gjár koyrdur úr starvinum sum venjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum.
Uppsøgnin kemur í kjalarvørrinum av steypafinaluni, har Neistamenn vórðu smurdir av í finaluni móti H71. Hoyvíkingar vunnu dystin heili 28 – 12, og hetta hevur nú fingið avleiðingar fyri venjaran.
Tað skrivar íslendska hondbóltssíðan, handbolti.is.
Arnar tók annars við starvinum á sumri í 2020, har hann, umframt at venja besta mansliðið, eisini vandi elstu árgangirnar hjá Neista-dreingjum. Eisini longdi hann sáttmálan við Neistan í fjør, so hann eisini hevði sáttmála við teir bláu hetta kappingarárið.
Arnar Gunnarsson vandi í Týsklandi í kappingarárinum 2019/2020, áðrenn hann kom til Føroya at vera venjari hjá Neistanum. Í Íslandi hevur Arnar verið venjari hjá Fjölnir, Selfoss og HK.
Besta mansliðið hjá Neistanum hevur vunnið átta meistaraheiti og steypakappingina sjey ferðir.