Íslendska valið: Stjórnarflokkarnir varðveittu meirilutan

Framsóknarflokkurin gjørdist vinnari av Altingsvalinum í Íslandi í gjár. Flokkurin vann sær fimm sessir afturat og hevur nú 13 tingsessir og 17,3 prosent av atkvøðunum. Sjálvstæðisflokkurin er framvegis størsti flokkur

Sveinur Tróndarson
26. september 2021 kl. 13:51

Íslendska valið er av, og teir tríggir stjórnarflokkarnir Sjálvstæðisflokkurin, Framsóknarflokkurin og Vinstri-grøni varðveittu meirilutan í Altinginum, og kunnu tí halda fram um teir vilja tað. Sjálvt um Vinstri-grøni-flokkurin misti tríggjar tingsessir, so komu stjórnarflokkarnir styrktir frá valinum, tí Framsóknarflokkurin vann fimm sessir og hevur nú 13. Tað vil siga, at flokkurinh hjá forsætisráðharranum, við 11 tingsessum, er tann minsti í stjórnini, og tí er ikki óhugsandi, at onkur umskipan verður.

Róð verður framundir, at formaðurin í Sjálvstæðisflokkinum skal taka við, men tað eru bara leysasøgur.

Úrslitið háttaði seg soleiðis, at Sjálvstæðisflokkurin fekk 24,4 prosent, sum er ein afturgongd upp á 0,8 prosent, men tað kostaði onki. Tí hevur flokkurin framvegis 16 av teimum 63 tingsessunum.

Framsóknarflokkurin fekk 17,3 prosent, sum er ein framgongd uppá 6,6 prosent, sum eisini gav fimm eyka sessir. Tí hevur flokkurin nú 13 tingsessir. Vinstri-grøni fekk 12,6 prosent, sum er ein afturgongd uppá 4,6 prosent, og tað kostaði tríggjar tingsessir, so flokkurin nú hevur átta.

Tilsamans gevur tað 37 tingsessir av teimum 63 og framvegis meiriluta í Altinginum.

Størstu afturgongdina hevði Miðflokkurin, sum var størsti andstøðuflokkur. Hann fekk 5,4 prosent av atkvøðunum, sum er 5,5 prosentstig minni enn seinast, og tað kostaði eisini fýra tingsessir. Samfylkingin misti eisini ein, men Flokkur fólksins fekk tveir sessir afturat eftir eina framgongd uppá 1,9. Seinasti flokkur í íslendska altinginum er Viðreisn, sum sambært íslendskum tølum fekk 8,3 prosent av atkvøðunum. Tað er ein framgongd uppá 1,6 og ein eyka tingsess.