Tað var val til Altingið í gjár, og nú alt er uppgjørt, kunnu íslendingar greiða umheiminum, og sær sjálvum, frá at valið í gjár gjørdist søguligt.
Tað er søguligt á tann hátt, at hetta er fyrstu ferð nakratíð, at kvinnurnar eru í meiriluta í Altinginum.
Tað eru 63 sessir í íslendska parlamentinum, og hetta valskeiðið koma kvinnurnar at sita á 33 av teimum.
Sjey teirra umboðað Sjálvstæðisflokkin, sum fekk 16 tingsessir. Seks teirra umboða Framsóknarflokkin, sum fekk 13 tingsessir, seks umboða Vinstragrøna flokkin, sum fekk átta umboð.
Hetta merkir, at hóast menninir eru í meiriluta í teimum báðu størstu flokkunum, so hava tær framvegis meirilutan í stjónini, um hon heldur fram, væl at merkja, við 19 av 37 sessum.
Hinar kvinnurnar í íslendska tinginum koma úr hesum flokkum.
Fimm umboða Samfylkingin, sum fekk seks tingsessir, tvær umboða Fólksins flokk, sum fekk seks umboð, fýra eru valdar fyri Piratarnar, sum fekk seks umboð, tríggjar fyri Viðreisn, sum fekk fimm sessir.
Miðflokkurin er einasti flokkur í íslendska tinginum, sum ikki fekk eina kvinnu valda hesaferð. Flokkurin mist meira enn helmingin av tingsessunum, og fór úr sjey niður í tríggjar tingsessir.