Tað er stórt trýst á íslendsku stjórnina í hesum døgum. Tað er serliga ferðavinnan, ið streingir á at fáa landið latið uppaftur, so Ísland kann fáa gagn av teimum túsundatals ferðafólkunum, sum væntandi koma í stríðum streymi at hyggja eftir eldgosinum í Geldingadali við Fagradalsfjall. Skjótari fólkið er koppsett, skjótari kann landið lata upp fyri ferðafólki.
Á stjórnarfundi í Íslandi í morgun varð ein ætlan um at keypa russiska koppingarevnið, Sputnik V, løgd fram. Niðurstøðan av fundinum varð, at stjórnin nú ætlar sær at kanna møguleikarnar fyri at keypa koppingarevnið frá russum.
Og tað eru ikki einans Ísland, sum kannar sær hendan møguleikan. Evropeiski heilivágsstovnurin, EMA, eftirkannar hetta koppingarevnið í løtuni, tí fleiri lond í ES hava nevnt møguleikan at taka russiska koppingarevnið í nýtslu. Sum nú er, verður koppingarevnið frá russum longu brúkt í summum ES-londum. Ungarn brúkar koppingarevnið og Týskland hevur eina stóra bílegging niðurfyri, verður tað góðkent av ES.
Sputnik-koppingarevnið var fyrsta koppingarevnið, sum bleiv góðkent í heiminum. Tað hendi í august í fjør, men serfrøðingar søgdu tá, at tað var við einum sera spinklum grundarlagi – millum annað tað, at koppingarevnið ikki var kannað í einum fasa trý-roynd, sum er vanlig mannagongd, tá nýtt medisin verður ment.
Eftirfylgjandi hava russar gjøgnumført eina stóra fasu trý-roynd við næstan 20.000 royndarpersónum, har úrslitið var eitt virkisføri á umleið 92 prosent.
Granskingin var almannakunngjørd í læknaritinum, The Lancet.
Virkisførið er á hædd við tað, sum Pfizer/Biontech og Moderna hava víst seg at hava.