Sunnudagin 15. oktober kl. 16 verður konsert í Havnar kirkju við íslendska kórinum Sálarbót úr Norðurlandinum í Íslandi.
Kórið Sálarbót, sum er eitt blandað kór, varð stovnað í 1993 og hevur vanliga eini 40 – 50 limir. Nógvir av limunum mugu koyra rættuliga langt fyri at luttaka í venjingunum í Stórtjarnarskúlanum. Tað er stórur áhugi fyri kórinum, sum tí eisini hevur stóran týdning fyri mentunarlívinum í økinum Akureyri – Húsavík – Mývatn.
Síðan 1998 hevur Jaan Alavere, sum er føddur og uppvaksin í Estlandi, verið kórleiðari.
Hvørt ár hevur kórið Sálarbót konsertir í heimstaðarkirkjuni Tórgeirskirkjuni og í øðrum bygdum og støðum í Íslandi. Kórið hevur verið á trimum uttanlandaferðum: í 2000 í Estlandi, í 2016 í Slovenien og í Italien 2013. Á fjórðu uttanlandaferðini heysti 2015 hava tey valgt at koma til Føroyar.
Sálarbót hevur sungið inn tvær fløgur: ”Mig dreymir” og ”Lækurinn og ég”
Kórleiðarin Jaan Alavere varð føddur í Estlandi 1969. Hann byrjaði at spæla klaver longu sum 5 ára gamal og violin sum 7 ára gamal. Hann gekk í skúla í Tallinn, har hann eisini las tónleik á lærda háskúlanum. Hann tók prógv sum violinspælari, tónleikalærari og komppnistur um 19 ára gamal. Í 1994 fekk hann starv sum violinleikari og seinni sum konsertmeistari í tí elsta leikhusinum í Estlandi í býnum Tartu.
Jaan Alavere tók lut í tónlekakappingum vegan heimlandið, spældi í ymiskum orkestrum og bólkum, bæði dansi- og jazzbólkum og symfoniorkestrum.
Í 1998 fekk Jaan Alavere starv sum leiðari av tónleikaøkinum í Stórtjarnarskúlanum og varð samstundis leiðari og klaverleikari hjá kórinum Sálarbót.
Nú tey koma til Føroyar fer Jónas Reynir Helgason at syngja solo. Bassleikari er Pétur Ingólfsson, Marika Alavere spælir violin og Þórgnýr Valþórsson, trummur.
Á skránni eru íslendskir sangir og sálmar av fleiri ymiskum tónasmiðjum og eisini løg sum leiðarin Jaan Alavare hevur gjørt.