Íslendingar og norðmenn renna undan føroyingum

Møguleikarnir hjá Føroyum at fáa betri viðurskifti við fólkaríkasta landið við verðini, eru fullkomiliga við at detta á gólvið

Marknaðurin er góður fyri laks, og aðrar vørur, men vit sleppa ikki framat
Áki Bertholdsen
13. mars 2024 kl. 08:57

Útlitini fyri at Føroyar fáa handilssáttmála við India, eru fullkomiliga við at detta á gólvið. Tað staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag í tíðindaskrivi í morgun.

Ein nýggjur handilssáttmáli millum India og EFTA, har Noreg og Ísland eru limir, hevur við sær, at tollurin á flest øllum útflutningsvørum úr EFTA-londunum hvørvur heilt komandi árini, sigur felagið.

Her er vert at leggja til merkis, at hetta verður eisini galdandi fyri týdningarmiklu fiskavørurnar laks, makrel og tosk, har tollurin verður heilt burtur um fimm til sjey ár. Samstundis mugu føroyskar fyritøkur framvegis rinda eini 30 prosent í tolli fyri flestu fiskavørur, sum tær vilja útflyta til India.

Við nýggja handilssáttmálanum eru umstøðurnar hjá føroyskum fiskaútflytarum at kappast tí burtur, staðfestir felagið. 

Samstundis siga tey, at tann indiski marknaðurin er ein tann mest spennandi marknaðurin í heiminum.

– India er fólkaríkasta landið í heiminum og hevur heimsins fimt størsta búskap. Landið hevur eina vaksandi miðalstætt, sum ikki aftrar seg við at brúka pengar. Av somu orsøk hava bæði ES og EFTA ligið fram við at fáa ein handilssáttmála í lag við India, leggur felagið afturat.

Sum heild hava Føroyskir fiskaútflytarar nógv verri treytir enn okkara kappingarneytar at útflyta fiskavørur. Ein høvuðsorsøk er, at Noreg og Ísland eru limir í EFTA og tí hava tey góða atgongd til nógv fleiri marknaðir enn Føroyar hava. 

Fiskaútflytarar í Føroyum hava í fleiri ferðir staðiliga heitt á politiska myndugleikan um at vinna okkum betri marknaðaratgongd í Asia, tí marknaðurin stórur, eitt nú fyri laks, makrel, sild og svartkjaft, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

– Men tíverri er framvegis eingin framgongd at hóma, tí Føroyar sita ikki við samráðingarborðið nakrastaðni. Samstundis renna Noreg og Ísland undan Føroyum. Hesaferð á fólkaríkasta marknaðinum í heiminum, India, leggja tey afturat.