Íslendingar iðra seg um skammlopið

HM hondbóltur menn: Kortini er fagnaðurin stórur í Scandinavium í Göteborg, har spælarar saman við áskoðarum fegnast um sigurin ímóti Brasil

Mynd: mbl.is
Jóannes Hansen
22. januar 2023 kl. 19:22

Íslendingar rigga til at fara til hús. Teirra lutur í HM endaspælinum er av á hesum sinni. Íslendingar settu punktum við fínum seinna hálvleiki ímóti Brasil. Eftir at hava verið aftanfyri 22 – 18, tá ið leikurin var hálvrunnin, reistu grannar okkara fyri vestan seg. Verjuspælið varð væl betri, enn tað hevði verið. Ísland var støðugt aftanfyri, og tveir minuttir eftir steðgin var munurin fimm mál.

Men so táttaði Ísland í. Ellivu minuttir undan leikloki var 32 – 32, og fýra minuttir undan leikloki var Ísland fyrstu ferð frammanfyri við tveimum málum. Tá var støðan 36 – 34, og bæði á beinkinum og í stóru íslendsku áskoðarafjøldin var lagið framúr.

Tá ið fronsku dómararnir høvdu bríkslað fyri síðstu ferð, var fagnaður so stórur, at íslendingarnir á og kring vøllin sungu og fegnaðust um 41 – 37 sigurin á Brasil.

Samstundis er tað einki at siga til, at íslendingar harmast um, at teir nú rigga av í Svøríki og fara til hús. Teir harmast um, at tað tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi, tá ið Ungarn var mótstøðuliðið, og Ísland, tá ið seinni hálvleikur var mest sum hálvrunnin var frammanfyri við seks málum. So steðgaði tað heilt upp hjá Íslandi, og Ungarn vann.

Fyrr í dag tryggjaði vann Ungar 42 – 30 ímóti Kap Verde. Klokkan 19.30 spæla Svøríki og Portugal. Um Portugal megnar at vinna ímóti HM favorittunum Svøríki í Stokholm, so verður Portugal, sum undan dystinum hevur fimm stig, næstbest og luttakari í fjórðingsfinaluni. Um Portugal ikki vinnur, so verður tað Ungarn, sum vinnur seg í fjórðingsfinaluna. Ísland og Ungarn hava bæði seks stig. Men tað verður Ungarn, sum so saman við Svøríki fer at vinna seg víðari í fjórðingsfinaluna, tí Ungarn vann innanhýsis uppgerðina ímóti íslendingum.

Klokkan 19.30 bresta Frakland og Spania saman. Tað snýr seg um bólkasigurin og harvið um, hvør í fjórðingsfinaluni skal spæla ímóti Noregi, og hvør skal spæla ímóti Týsklandi.

 

 

Ísland – Brasil 41 – 37 (18 – 22)

Ísland: Viktor Gísli Hallgrímsson (M), Ágúst Elí Björgvinsson (M), Björgvin Páll Gústavsson (M). Bjarki Már Elísson 9, Kristján Örn Kristjánsson 8, Sigvaldi Björn Guðjónsson 6, Janus Daði Smárason 5, Gísli Þorgeir Kristjánsson 5, Elvar Örn Jónsson 2, Viggó Kristjánsson 2, Elliði Snær Viðarsson 2, Arnar Freyr Arnarsson 1, Óðinn Þór Ríkharðsson 1, Elvar Ásgeirsson, Ýmir Örn Gíslason, Hákon Daði Styrmisson