Íslendingar hava eyguni við Torbirni

Tað hevur verið ein tung byrjan á 2020 í Íslandi. Landið var hart rakt av stormum fyri stuttum og síðani januar hevur gosfjallið Torbjørn ligið og spøkt íbúgvar í Grindavík.

Bryndis Hjartardóttir
20. februar 2020 kl. 10:38

Nógvir jarðskjálvtar hava verið á Reykjanes hálvoynni og veðurfrøðingar hava fylgt væl við støðuni. Jarðskjálvtarnir, sum hava verið støðugt áhaldandi í ein mánað nú, verða framvegis gjølla kannaðar, men nú sær út til at skjálvtarnir minka á stiganum.

Støðan fekk mynduleikarnir at lýsa óvissu í økinum og mældi íbugvum í Grindavík, tættast við gosfjallið til at vera á vakt.

Skjálvtarnir eru í løtuni tað minsta teir hava verið síðani 21 januar og tað fær íslendsku mynduleikarnar at slappa eitt sindur meira av. Hóast tað eru skjálvtarnir máldir at vera yvir miðal á stigaðnum og hetta ger at veðurstovan framvegis eygleiður støðuna gjølla og hevur eyka gott eyga við Torbirni. Orsøkin til øka virksemi tykist at vera ein magma samanstúgving 3-5 km undir jørð tætt við Torbjørn.  

Serfrøðingar vænta ikki, at Torbjørn fer at goysa, men íslendskir miðlar skriva at man ongantíð kann vera heilt vísur, tá talan er um gosfjøll