Í nøkur ár hava íslendingar gjørt royndir við at lata fólk arbeiða fýra dagar um vikuna – ístaðin fyri eina fimm daga arbeiðsviku. Tað eru fólk í Reykjavíkar býráð og íslendsku stjórnini, har 2.500 arbeiðsfólk, ið fyrr høvdu eina 40-tíma arbeiðsviku, ístaðin arbeiddu í 35 tímar um vikuna.
Tað er bretski hugsunarbankin Autonomy og felagsskapurin fyri burðardygt demokrati í Íslandi, Alda, sum hava staðið fyri royndunum, ið vóru frá 2015 til 2019, har arbeiðararnir arbeiddu ein dag minni, men fingu somu løn.
Úrslitini av royndini hava verið “ómetaliga góðar”, stendur í frágreiðingini frá Autonomy og Alda, skrivar BBC.
Arbeiðsfólkið kendu seg minni stressaði ella útbrend, og hjá summum var heilsan blivin betri og balansan millum arbeiðslív og vanligt lív hevur verið bøtt.
Will Stronge, kanningarstjóri fyri Autonomy, sigur, at:
– Hesar kanningar vísa okkum, at heimsins størsta kanning við styttri arbeiðsviku í almenna geiranum hava víst á eitt ómetaliga gott úrslit. Hetta vísir, at almenni geirin kann ganga undan við at innføra styttri arbeiðsviku – hetta er nakað, ið aðrar stjórnir kunnu læra nakað av, sigur hann.
Royndirnar hava ført við sær, at arbeiðsfakfeløg hava endursamráðast sáttmálar, og nú hava 86 prosent av arbeiðsfjøldini í Íslandi antin fingið sáttmálar við styttri arbeiðsviku við somu løn ella fara at vinna sær rættindi til tess, skrivar granskararnir.
Í Spania og Ný Sælandi verður nú arbeitt við somu loysnum, sum royndirnar úr Íslandi hava víst á, og sum er komið í kjalavørrinum av koronufarsóttini, har fólk hava arbeitt meira heimanifrá.