Nu klokkan 19.30 verður fyrsta bríksl í Køln, har týsku heimafavorittarnir eftir dystirnar fyrr í dag longu hava tryggjað sær rættin til fríggjakvøldið at spæla hálvfinalu ímóti Danmark í EM kappingini í hondbólti. Mótstøðuliðið hjá Týsklandi er Kroatia.
Fyrr í kvøld spældu fronsku favorittarnir ímóti Ungarn. Umframt at Ungarn hevði møguleika at vinna seg í hálvfinaluna, so hevði tað sína orsøk, at íslendingar, sum fyrr í dag vunnu við tveimum málum ímóti Eysturríki, tóku á við Ungarn. Tað gjørdu teir, tí møguleikin hjá Íslandi at vera við í OL kvalifikatiónini var treytaður av, at Ungarn vann stig ímóti Fraklandi.
Frakland vann 35 – 32, og harvið er tað greitt, at Ísland ikki hevur møguleika at vinna seg í OL kappingina, sum seinni í ár verður í París.
Í steðginum var Frakland frammanfyri 20 – 18. Tá hevði Ungarn síðstu løtuna unan steðginum minkað um munin frá 20 – 14 og til 20 – 18. Tað sá uppaftur betur út hjá Ungarn og Íslandi, tá ið Ungarn fimm minuttir eftir steðgin javnaði til 20 – 20. Men eftir 21 – 21 var Frakland støðugt frammanfyri. Fyrst við einum máli og síðani við tveimum og trimum málum, og tað endaði 35 – 32.
Hálvfinalan millum Frakland og Svøríki verður fríggjakvøldið klokkan 17.45, og tann millum Danmark og Týskland verður klokkan 19.30.