Hesa vikuna hevur føroyska mansliðið verið saman og fyrireikað seg til EM endaspælið, sum eftir ársskiftið verður í Týsklandi.
Í morgun fór føroyska ferðalagið til Íslands, og í kvøld var vinadystur í Laugardalshøllini í Reykjavík.
Úrslitið var 39-24, og tað boðar frá stórum muni. Soleiðis var tað ikki alla tíðina, tá ið 22 minuttir vóru farnir, vóru Føroyar frammanfyri 12-11. So spískaðu íslendingarnir seg, og eftir 1. hálvleik var 20-15.
Undan steðginum vóru allir teir bestu føroyingarnir á vøllinum, og serliga fyrstu stóru 20 minuttirnar gekk sera væl, og munurin var millum lítil og eingin.
Eftir steðgin skiftu bæði liðini nógv fólk, og tá sást tað væl, at tað er munur á breiddini hjá íslendingum og føroyingum.
Liðini hittast aftur í morgin í Laugardalshøllini klokkan 17.30.
Føroyskir toppskjúttar vóru Óli Mittún, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Rói Ellefsen á Skipagøtu, sum skoraðu fýra mál í part. Elias Ellefsen á Skipagøtu var mest sum ikki á vøllinum eftir steðgin.
Ísland – Føroyar 39-24 (20-15)
Vinadystur í Laugardalshøllini í Reykjavík fríggjdagin 3. november 2023 kl. 18.30
Ísland: Björgvin Páll Gústavsson og Viktor Gísli Hallgrímsson málverjar
Óðinn Þór Ríkharðsson, Janus Daði Smárason, Aron Pálmarsson, Bjarki Már Elísson, Elvar Örn Jónsson, Ýmir Örn Gíslason , Ómar Ingi Magnússon, Einar Þorsteinn Ólafsson, Elliði Snær Viðarsson, Arnar Freyr Arnarsson, Sigvaldi Björn Guðjónsson, Kristján Örn Kristjánsson, Haukur Þrastarson, Stiven Tobar Valencia.
Føroyar: Málverjar: Pauli Jacobsen 5 bjargingar og Nicholas Satchwell 5 bjargingar
Bjarni í Selvindi, Leivur Mortensen 1, Allan Norðberg 1, Pætur Mikkjalsson 2, Rói Berg Hansen 1, Kjartan Johansen, Jónas Gunnarsson Djurhuus 2, Hákun West av Teigum 1, Vilhelm Poulsen 1, Peter Krogh, Ísak Vedelsbøl 2 , Pauli Mittún 1, Elias Ellefsen á Skipagøtu 4/2, Rói Ellefsen á Skipagøtu 4, Óli Mittún 4, Teis Horn Rasmussen.