Tað endaði við, at Ísland vann 31-30 ímóti Montenegro eftir hálvleiksstøðuna 17 – 15 til Ísland.
5000 íslendskir áskoðarar vóru í olympisku høllini í München, og hýrurin var júst soleiðis, sum hann var í gjárkvøldið, tá ið føroyingar í Berlin fagnaðu sínum hetjum fyri at megna javnleik ímóti Norra.
Ísland var frammanfyri tað mesta av 1. hálvleiki, og tá ið tað restaði eitt korter var Ísland á odda 25-22, men tíggju minuttir undan leikloki var munurin bara eitt mál, tá ið støðan var 27-26, fimm minuttir undan leikloki var 28-28, og so var Montenegro frammanfyri 29-28, áðrenn íslendingar svaraðu aftur og vunnu 31-30.
Fyrsti dysturin hjá Íslandi var ímóti Serbia, og tá endaði tað javnt 27-27. Um eina løtu hittast Ungarn og Serlia. Montenegro tapti í fyrsta umfari 26-24 ímóti Ungarn, og harvið er tað greitt, at Montenegro ikki hevur møguleika at vinna seg í miðumfarið.
Týskvøldið vera tveir teir síðstu dystirnir í bólki C: Serbia – Montenegro og Ísland – Ungarn.
Heilt óvæntað var tað, at tað í bólki A endaði 26-26 millum fronsku EM favorittarnar og Sveis, sum í fyrsta umfari legði rygg til eyðmýkjandi stórt 27-14 tap ímóti Týsklandi.
Í bólki B vann Spania 36-24 ímóti Rumenia. Í fyrsta umfari tapti Spania 39-29 ímóti Kroatia.
Ísland: Björgvin Páll Gústavsson (M), Viktor Gísli Hallgrímsson (M). Ómar Ingi Magnússon 7, Elliði Snær Viðarsson 6, Bjarki Már Elísson 3, Gísli Þorgeir Kristjánsson 3, Sigvaldi Björn Guðjónsson 3, Aron Pálmarsson 3, Elvar Örn Jónsson 2, Viggó Kristjánsson 1, Óðinn Þór Ríkharðsson 1, Stiven Tobar Valencia 1, Janus Daði Smárason 1, Ýmir Örn Gíslason , Einar Þorsteinn Ólafsson, Arnar Freyr Arnarsson,