Tað riggaði illa hjá íslendingum í kvøld. Mótstøðuliðið var Ungarn, sum vann 33-25 eftir hálvleiksstøðuna 15-13.
Íslendingar kendust ikki vera so væl upplagdir og stríðshugaðir, sum teir oftast plaga at vera. Serliga í 2. hálvleiki var talan um nógv mistøk, og málverjin hjá Ungarn stóð seg framúr væl.
Ungarn og Ísland halda fram í miðumfarinum. Í Køln vera mótstøðuliðini Frakland, Týskland, Kroatia og Eysturríki.
Frakland og Ungarn hava tvey stig við sær í miðumfarið, Kroatia og Eysturríki hava eitt stig í part, og Ísland og Týskland hava einki stig við sær í miðumfari.
Í kvøld var grannauppgerð millum Týskland og Frakland. Týskland legði fyri sum eitt ódnarveður og var skjótt frammanfyri 4-1. Andreas Wolff var framúr í týska málinum, men tá ið alt kom til alt vann Frakland 33-30. Dagsins maður var 39 ára gamli Nikola Karabatic, sum í mong ár hevur verið millum heimsins bestu hondbóltsspælarar.