Íslandska fótbóltslandsliðið skrivaði seinnapartin søgu í Liktinstein. Eftir 3-0 tapið á útivølli í Bosnia-Hersegovina var talan um uppreisn, tá ið Ísland seinnapartin vann 7-0 í Vaduz, sum er høvuðsstaður í Liktinstein.
Sigurin er søguligur á tann hátt, at tað ongantíð áður er komið fyri, at Ísland hevur vunnið so trivaligan sigur.
Stóri maðurin á íslendska liðnum í dag var liðformaðurin og miðverjin Aron Einar Gunnarsson, sum umboðar Al-Arabi í Katar. Hann er 33 ára gamal og er miðverji. Nógvu tey seinnu árini hevur hann verið liðformaður á landsliðnum.
Hálvleiksstøðan í Liktinstein í dag var 2-0, og í seinna hálvleiki økti Aron Einar Gunnarsson í 25 minuttir til 3-0, 4-0 og 5-0. Tvey tey fyrru stútaði hann eftir horna, og tað síðsta skoraði hann við brotssparki.
Málini í fyrra hálvleiki skoraðu Dávið Kristján Ólafsson og Hákon Arnar Haraldsson, og tvey tey síðstu málini skoraðu innskifti Andri Lucas Guðjohnsen og Mikael Egill Ellertsson.
Næsti dystur hjá Íslandi verður 17. juni, tá ið Slovakia verður gestur á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.