Leygarkvøldið verður stóra finalan í Eurovision sangkappingini hildin í Malmö í Svøríki.
Fyrra hálvfinalan var á skránni í gjárkvøldið, har 15 luttakarar kappaðust um 10 pláss í finaluni. Íslendska umboðið, Hera Björk, sum sang sangin "Scared of Heights" gjørdist tíverri ov stutt, og kom ikki víðari.
Teemu Keisteri, sum luttekur undir navninum Windows95man, og sum umboðar Finnland, kom víðari til finaluna við sanginum "No Rules!".
Luksemborg, sum seinast luttók í finaluni í 1993, og tá endaði á aftasta plássi, megnaði eisini at koma víðari til finaluna.
Í annaðkvøld er seinna hálvfinalan á skránni. Tá skulu Danmark, Norra og 14 onnur lond kappast um tey seinastu 10 plássini í finaluni. Seinast Danmark megnaði at koma í finaluna var í 2019.