Í dag var stórt og tignarligt hátíðarhald í Reykjavík. Karmurin var dómkirkjan í Reykjavík og so Altingið. Í kirkjuni bað biskupurin fyri nýggja forsetanum. Biskupur er Gúðrún Karls Helgudóttir. Hon hevur síðani 1. juli verið í embætinum, men hon verður ikki vígd at vera biskupur fyrr enn seinni í heyst.
Í altinginum vóru formligu viðurskiftini í sambandi við at nýggjur forseti varð innsettur avgreidd. Eitt nú veittraði Guðni Th. Jóhannesson til fólkið, tá ið hann var á veg í dómkirkjuna. Hann hevur verið forseti í átta ár og stillaði ikki uppaftur á forsetavalinum fyrr í ár. Nú hevur hann seks mánaðir við løn sum fyrrverandi forseti, áðrenn hann fer aftur í starv á Háskúla Íslands, har hann ganskar og undirvísir í søgu.
Í altinginum helt nýggi forsetin røðu, tá ið hon hátíðarliga hevði undirskrivað skjalið um, at hon nú er forseti og fer at røkja embætið soleiðis, sum tað er ásett í grundlógini. Eftir tað helt nýggi forsetin røðu fyri altinginum.
Halla Tómasdóttir er sjeyndi forsetin í Íslandi, sum hevur verið sjálvstøðug tjóð síðani 1944. Hon vísti í røðu síni á, hvussu stórur framburðurin hevur verið hesi 80 árini. Fólkatalið er trífaldað, og frá at hava verið millum fátækastu tjóðirnar í Europa er Ísland nú millum ríkastu tjóðirnar í Europa. Umframt at framleiðlsan av vørum, sum áður vóru innfluttar, er nógv økt, og Ísland selur tænastur í ferðavinnu og innan onnur øki, so fegnaðist forsetin um stóru menningina innan allar listargreinar og eisini ítrótt.
Eftir røðuna fóru nýggi forsetin og maður hennara út á svalan í altinginum, so tað bar til hjá mannfjøldini at fagna nýggja forsetanum.
Halla Tómasdóttir er annar kvinnuligi forsetin í Íslandi. Tríggir fyrrverandi forsetar vóru hjástaddir í altinginum í dag. Umframt Guðni Th. Jóhannesson vóru Ólafur Ragnar Grimsson og Vígdis Finnbogadóttir hjástødd.
Tignarliga løtan endaði við, at kór sang framúr vakra íslendska tjóðsangin, og tey í altinginum og á vøllinum uttanfyri sungu við.
Forsetaskeiðið hjá nýggja forsetanum er fýra ár.