Møguleikin hjá Íslandi at vinna seg víðari úr miðumfarinum og í hálvfinaluna í EM kappingini í hondbólti er mest sum burtur. Tað er greitt, eftir at Ísland í kvøld ímóti týsku vertunum tapti 26 – 24 í Køln.
Týskland var mesta partin av tíðini eitt og onkra ferðina tvey mál frammanfyri, men íslendingarnir vístu framúr hugburð og aftur og aftur vunnu teir seg upp á javnt. Trýstið á heimaliðnum var øgiligt, og heimaliðið kendist ikki frítt at skinkla, tá ið Ísland átta minuttir undan leikloki javnaði til 21 – 21.
Hetta var síðsta ferðin, at tað var javnt. Týskland var frammanfyri 24 – 23, tá ið tað restaðu tveir minuttir, so var 25 – 24, og so endaði tað 26 – 24.
Í íslendska málinum vardi Viktor Gísli Hallgrímsson ógvuliga væl.
Síðstu løtuna vóru tað fleiri brotskøst í báðum endum. Íslendski veteranmálverjin Björgvin Páll Gustavsson varð fleiri ferðir skiftur inn og bjargaði, men í hinum endanum átti Andreas Wolff í týska málinum avgerandi bjargingar, og tá ið tað leið fram ímóti dystarenda bjargaði hann fleiri ferðir, tá ið íslendingar royndu seg við brotskøstum.
Sunnudagin fer Ísland at spæla ímóti favorittunum úr Fraklandi, og sunnukvøldið verður tað grannauppgerð millum Týskland og Eysturríki.