Ísland heldur fram í HM

Í kvøld var eingin slingur í valsinum ímóti Suðurkorea, sum legði rygg til tap við 13 málum

mynd: mbl.is
Jóannes Hansen
16. januar 2023 kl. 21:23

Tá ið teir fóru at hvíla seg eftir fyrra hálvleiki, var Ísland frammanfyri 19 – 13. Kortini vóru íslendingar ikki heilt álvuligir við støðuna, tí tað eru bara tveir dagar síðani, at teir søplaðu sigurin burtur, hóast teir ímóti Ungarn vóru frammanfyri við seks málum, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.

Men í kvøld var eingin ivi. Eftir steðgin økti Ísland støðugt um munin, og tá ið síðsta bríkslið ljóðaði, hevði Ísland vunnu 38 – 25 ella við 13 málum.

Trivaligi sigurin ber við sær, at tað er greitt, at Ísland heldur fram í kappingini. Tað ger Ísland saman við Portugal og Ungarn. Í kvøld smurdi Portugal Ungarn av 27 – 20. Tað ber við sær, at øll trý liðini halda fram í miðumfarinum við tveimum stigum. Í miðumfarinum vera mótstøðuliðini Svøríki, Brasil og Kap Verde.

 

Ísland – Suðurkorea 38 – 25 (19 – 13)

Ísland: Viktor Gísli Hallgrímsson (M), Björgvin Páll Gústavsson (M). Óðinn Þór Ríkharðsson 11, Bjarki Már Elísson 8, Viggó Kristjánsson 6, Janus Daði Smárason 4, Aron Pálmarsson 2, Gísli Þorgeir Kristjánsson 2, Elliði Snær Viðarsson 2, Arnar Freyr Arnarsson 2, Elvar Ásgeirsson 1, Ýmir Örn Gíslason, Ólafur Guðmundsson, Ómar Ingi Magnússon, Hákon Daði Styrmisson, Sigvaldi Björn Guðjónsson.