Endaspøl í HM og EM fyri bæði kvinnur og menn eru nú partur av føroyskum hondbólti. Í januar vóru menninir við í EM endaspælinum í Týsklandi, og nú hava kvinnurnar kvalifiserað seg at vera við í EM endaspælinum, sum í adventini verður í Ungarn, Eysturríki og Sveis. Í morgin fæst at vita, hvørji tey trý mótstøðuliðini hjá Føroyum í innleiðandi bólkaspælinum vera.
Í næsta mánað fara menninir at kappast við Norðurmakedonia um pláss í HM endaspælinum, sum eftir ársskiftið verður í Kroatia, Danmark og Norra.
Tað er longu greitt, at HM endaspælið fyri menn í 2027 verður í Týsklandi, og at HM endaspælið í 2029 verður í Fraklandi og Týsklandi.
Og í dag hevur altjóða hondbóltssamgongan IHF gjørt av, at HM endaspælið í 2031 verður í Danmark, Norra og Íslandi.
Hetta er onnur ferðin, at HM endaspæl í hondbólti verður í Íslandi. Fyrsta ferðin var í mai mánað 1995, sum var fyrsta ferðin, at tað vóru 24 luttakarar í endaspælinum.
Sæð frá norðurlendskum sjónarmiði, so var HM endaspælið í 1995 ikki so hugaligt. Norra var ikki við í endaspælinum, Danmark megnaði ikki at vinna seg víðari úr innleiðandi bólkaspælinum, og Ísland tapti í 1/8 finaluni 25 -12 ímóti Russlandi. Góða norðurlendska úrslitið ta ferðina megnaði Svøríki, sum í dystinum um triðja plássið vann 26 – 20 ímóti Týsklandi. Í finaluni vann Frakland 23 – 19 ímóti Kroatia.
Í morgin fæst at vita, hvar føroysku kvinnurnar í november-desember fara at spæla EM endaspæl – Ungarn, Eysturríki ella Sveis – og í mai verður greitt, um føroysku menninir vera við í HM endaspælinum, sum í januar 2025 verður í Kroatia, Danmark og Norra.