Rørsla, kapping, felagsskapur, breidd, styrki, vinalag, samanhald, fjølbroytni, ídni, ágrýtni, gleði, vónbrot, stuttleiki, oyggjar, hav, samgleði, the friendly games. Hetta eru nøkur orð, ið lýsa oyggjaleikir, men hvat heldur tú eyðkennir Oyggjaleikir 2027?
Nú hevur tú møguleika til at gera tína ávirkan galdandi, tí tú kanst vera tann, sum eigur vinnandi uppskotið um, hvussu búmerkið hjá Oyggjaleikum 2027 fer at síggja út. Ítróttasamband Føroya skrivar við hesum út kapping um búmerki.
Fyrstu oyggjaleikir vóru í 1985. Hetta er aðru ferð, at leikirnir eru í Føroyum, seinast var í 1989. Leikirnir verða kallaðir The friendly Games. 14 ítróttagreinar eru við í leikunum hesa ferð, og 24 oyggjasamfeløg verða boðin við.
Tær 14 ítróttagreinarnar eru:
Badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleikur, flogbóltur og sandflogbóltur, fótbóltur, frælsur ítróttur, judo, kurvabóltur, skjóting, súkkling, svimjing, tennis og triatlon.
Búmerkið fer at síggjast aftur allastaðni, og tað verður ímyndin av leikunum. Uppskotið skal vera í litum, sum tú kanst velja sjálv/ur, men tað skal eisini kunna brúkast í svørtum og hvítum.
Soleiðis gert tú:
Set títt boð á eina A-4 síðu og lat einki annað standa á tí pappírinum.
Síðan eru tveir møguleikar at lata okkum títt uppskot.
Tú kanst senda okkum eitt teldubræv, har tú upplýsir navn, telefonnummar og bústað og síðan krøkir skjalið við tínum uppskoti upp í teldubrævið. Send til bumerki@isf.fo, sum er ein afturlatin postkassi, sum eitt starvsfólk í ÍSF uttan tilknýti til dómsnevndina hevur atgongd til.
Tú kanst eisini senda okkum títt uppskot í einum brævbjálva, og tá gert tú soleiðis:
Set navn, telefonnummar, bústað og teldupostbústað á eitt annað pappír, sum tú leggur í ein afturlatnan brævbjálva. Legg síðan bæði títt uppskot um búmerki og afturlatna brævbjálvan í ein brævbjálva og send til:
ÍSF
“Búmerkjakapping”
Eystara Bryggja 30
100 Tórshavn
Uppskotini skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi á midnátt sunnukvøldið 15. september 2024. Vinningurin er 10.000 krónur.
Dómsnevndin tilskilar sær rætt til frítt at velja millum uppskotini - eisini til einki at velja og at gera smærri tillagingar um neyðugt.