Í ár bjóðar ÍSF allari miðdeildini, tvs. frá 4. flokki til 6. flokk, til sama átak, og tvær nýggjar ítróttagreinar verða nú lagdar afturat skránni frá í fjør. Nýggju ítróttagreinarnar eru kurvabóltur og rørslumegi, og sostatt bjóðar Skúlaleikir heili seks ítróttagreinar til skúlaárið 2022/23. Hesar eru:
Frælsur ítróttur
Flogbóltur
Badminton
Innirógving
Kurvabóltur
Rørslumegi
Skúlar kunnu melda til á hesi heimasíðuni, og evstamark er 1. september: https://skulaleikir.fo/skraset-flokk/
Her er stuttur filmur frá endabrakinum í 2022:
Meira um Skúlaleikir:
Ítróttasamband Føroya hevur tikið stig til Skúlaleikir, sum verður skipað í góðum samstarvi við ítróttasambondini, UMMR, Kommunufelagið, Fólkaheilsuráðið og Fróðskaparsetur Føroya. Betri stuðlar leikunum, og breiða samstarvið ger, at vit tryggja fakliga góðsku, fígging og góðar karmar.
Skúlaleikir snúgva seg um felagsskap og rørlsugleði fyri øll. Alt tilfar, skúlavitjanir og stevnur hava til endamáls at skapa karmar og huglag, har pláss er fyri øllum. Endamálið við Skúlaleikum er at geva lærarum fakligan íblástur og at geva næmingunum góðar ítróttaligar upplivingar.