Úrslitini frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2024 síggjast nú her á SwimRankings, har vit millum annað kunnu staðfesta, at teir báðir Heini M. Askham (2006) úr Ægir og Isak D. Brisenfeldt (2006) úr HS betraðu seg í minst einari grein í part, og Isak hartil í øllum seks greinum sum hann luttók í.
Tað skrivar heimasíðan svimjing.fo.
Frægastu úrslit áttu báðir – nevniliga Heini 4.05.43 og Isak 4:05.51 í 400 frí, sum eru so mikið tøtt úrslit at tey í báðum førum geva 720 AQUA-stig. Harnæst Isak 52.34 og 717 AQUA-stig í 100 frí. Størstu betring átti Isak, tá ið hann í 50 frí fór frá 25.21 og 570 AQUA-stig til 24.03 og 658 AQUA-stig. Ein betring á 110.1%, sambært SwimRankings.