Ísak fer til Sävehof

Eftir summarsteðgin fer strikuspælarin í sama felag, sum tveir aðrir landsliðsspælarar hava umboðað

Jóannes Hansen
9. januar 2024 kl. 14:48

Tað hevur ligið í kortunum eina tíð, og nú er tað alment. Eftir summarsteðgin fer Ísak Vedelsbøl av landinum at spæla hondbólt. Hann vrður liðugur á Glasi í juni, og so fer hann til Svøríkis, har hann fer at spæla hondbólt við IK Sävehof í Göteborg. Tað er felagið, sum Elias Ellefsen á Skipagøtu umboðaði, áðrenn hann fór til Týsklands at spæla, og tað er felagið, sum Óli Mittún nú umboðar.

19 ára gamli Ísak Vedelsbøl er einasti spælarin í 19 manna landsliðshópinum, sum í dag lendi í Berlin, sum umboðar føroyskt felag. Hann flutti undan hesum kappingarárinum úr Neistanum og til H71.

-Saman við Ísaki fara vit at hava fleiri aðrar ungan spælarar, sum fara at venja, mennast og kappast um pláss á liðnum, sigur Jonathan Stenbäcken, sum er ítróttarstjóri í IK Sävehof.