IS hóttir við yvirgangi til Champions League dystir
- Kill Them All, er boðskapurin frá yvirgangsfelagsskapinum
Fríðmundur Nattestad
9. apríl 2024 kl. 13:30
Yvirgangsfelagsskapurin, Islamskur Statur, kunngjørdi í gjár eina mynd, har hótt verður við yvirgangi til teir fýra Champions League dystirnar, sum vera spældir í kvøld og í annaðkvøld.
- Kill Them All, er boðskapurin á myndini, sum á føroyskum verður umsett til "Drep tey øll".
Ovast á myndini standa nøvnini á teimum fýra leikvøllunum, sum dystirnir verða leiktir á: Emirates Stadium, Parc des Princes, Metropolitano Stadium og Santiago Bernabeu.
Sambært spanska tíðindamiðlinum, Marca, er løgreglan altíð varug við vandan fyri yvirgangi til fótbóltsdystir. Tískil er teirra støða óbroytt ímun til hesar fýra dystirnar, hóast hóttanina frá IS.