Ironman í kaldasta heimsparti

Danin Anders Hofman er fyrsta fólk nakrantíð, sum hevur klára ein Iceman

Bryndis Hjartardóttir
25. februar 2020 kl. 16:40

29 ára gamli danin hevur í dag klára ein Ironman-tein á Antarktis, ein sonevndan Iceman.

Hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur klára ein slíkan tein í kaldasta parti av heiminum. Ein Iceman er sami teinur, sum ein vanligur Ironman teinur, men framdur í munandi kaldari umstøðum. Danin hevur svomi 3,9 km í íssjógvi, súkla 180 km og runnið 42,2 km.

Tað tók honum knappar 73 tímar at koma í gjøgnum teinin. Vánaligt veður gjørdi, at Anders og lið hansara noyddust at kroka og halda fleiri pausur enn ætlað. Tí eitur óalmenna tíðin 40 tímar, 45 minuttir og  33 sekund.