Irma nærkast Florida

Ódnin Irma, ið longu hevur gjørt ómetaligan skaða í karibiska havinum, nærkast nú Florida

Guðrun í Jákupsstovu
10. september 2017 kl. 12:23

Ódnin Irma nærkast nú Florida við einari øgiligari ferð, svarandi til 200 kilometrar um tíman. Tað skrivar CNN.
Irma hevur higartil lagt fleiri karibiskar oyggjar nærum í oyði. Oyggjarnar Sint-Maarten og Barbuda eru serliga illa raktar, har upp til 90% av býnum er oyðilagt. Oyggjar sum Puerto Rico og Dominikanska Lýðveldi hava eisini tikið skaða.

Í Florida hevur man í fleiri dagar arbeitt uppá at fyrireika seg uppá støðuna og at burturflyta fólk. Nú er tó boðað frá, at tey ið ikki eru blivin burturflutt, mugu vera verandi har tey eru. Tað snøgt sagt ov vandamikið at fara út nú. Fólk vera mæld til at halda seg innandura, helst í kjallarum ella rúmum ið ikki hava vindeygu.

Fólk ið sita eftir hava fyrireikað seg, við at keypa innundir seg. Allir matvøruhandlar eru skrædlaðir fyri mat og drekka, tí fólk vita ikki hvussu leingi tað verður inntil skil er komið á støðuna aftur.