Írland skal til fólkaatkvøðu um fosturtøkulóg

Í mei skulu írar á fólkaatkvøðu um fosturtøkulóg. Í Írlandi er tað næstan heilt ólógligt at fáa fosturtøku sum nú er...

Alda Nielsdóttir
30. januar 2018 kl. 11:30

Í mei skulu írar á fólkaatkvøðu um fosturtøkulóg.

Í Írlandi er tað næstan heilt ólógligt at fáa fosturtøku sum nú er. Núverandi fosturtøkulógin gevur bert loyvi til at fremja fosturtøku, um lívið hjá kvinnuni er í vanda, men ikki er loyvt at fáa fosturtøku tá talan er um neyðtøku, incest ella um okkurt er galið við fostrinum.

Írski forsetisráðharrin Leo Varadkar sigur seg ynskja broyting í lógini.

Fólkaatkvøðan fer ikki at snúgva seg um nakrar ávísar broytingar í fosturtøkulógini, men um grein 40.3.3 í grundlógini, eisini kend sum 8. grundlógarískoytið, ið viðurkennir rættin til lív hjá tí ófødda, skal strikast.

8. grundlógarískoytið var samtykt til fólkaatkvøðu í 1983. 

Áðrenn fólkaatkvøðuna fer írski heilsumálaráðharrin at gera uppkast til eina nýggja lóg, ið loyvir óavmarkað atgongd til fosturtøku fyri kvinnur fram til 12. viku, og aftaná tað bert undir serligum umstøðum.

Dato fyri fólkaatkvøðuna er ikki ásett enn.

Eg veit at hetta fer at verða ein ring avgerð hjá írum at taka, segði Leo Varadkar, sambært BBC. Eg veit tað er eitt øgiliga persónligt og privat mál, og fyri teimum flestu av okkum er tað ikki svart og hvítt. 

Leo Varadkar, ið er fyrrverandi heilsumálaráðharri og útlærdur lækni, ásannar at túsindavís av kvinnum fóru til onnur lond hvørt ár at fáa sær fosturtøku ella tóku ólógligar tablettir heima, sum tey høvdu bílagt á netinum.