Real Madrid, Barcelona og Juventus hava enn ætlanir um eina evropeiska super deild. Liðini hava enn ikki trekt seg úr Super League, og nú draga tey bæði UEFA og FIFA í rættin.
Tað hendir, eftir at UEFA og FIFA hava hótt við revsitiltøkum móti hesum trimum liðum. Tosa hevur millum annað verið um, at útihýsa tey trý stórfeløgini frá øllum evropeiskum kappingum, eitt nú Champions League – umframt teirra heimligu kapping.
Hetta halda Real Madrid, Barcelona og Juventus er brot á galdandi kappingarlóg hjá ES. Tað váttar ES-dómstólurin á Twitter í gjár.
Endamálið at draga fótbóltssamgongurnar í rættin er at finna útav, um UEFA og FIFA hava serstakan rætt til skipa fyri evropeiskum kappingum.
Hetta hendir, eftir at FIFA hevur váttað, at hugt verður eftir møguleikum at revsa tey trý liðini, sum enn hava ætlan at seta Super League á stovn.
Upprunaliga vóru tað 12 feløg, sum høvdu játtað seg til taka lut í Super League, men ætlanin fall tó ikki í góða jørð hjá viðhaldsfólkum, miðlum og enntá á hægsta politiskum stigi varð hetta viðgjørt. Tí gekk tað skjótt, at níggju av teimum upprunaliga 12 feløgum trektu seg nakrar dagar eftir, at ætlanin var vorðin kend í almenninginum.
Real Madrid, Barcelona og Juventus leggja áherðslu á, at tey hava fullan rætt til stovna eina nýggja kapping, og tað er hetta, sum ES-dómstólurin nú skal finna útav.